Í sambandi við at hæmodialysu funktión verður íverksett í Suðuroy søkir Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til Hæmodialysuna. Størvini eru fulla tíð í dag- og kvøldvaktum, møguleiki er eisini fyri lægri brøki.
Arbeiðsøkið er á Landssjúkrahúsinum í Havn og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Upplæringin verður eitt samansett forløb á Landsjúkrahúsinum og í Danmark. Roknast skal við regluligari ferðing í starvinum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- at veita røkt og viðgerð til sjúklingar í hæmodialysu.
Dentur verður lagdur á:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- minst 2 ára royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á kliniskum deildum
- góð samstarvsevni
- møguligar royndir á hæmodialysudeild og kunnleiki innan økið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
- eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- positivt tvørfakligt samstarv
- ávirkan á fakliga menning
- upplæring í at arbeiða við Hæmodialysu.
Nærri fæst at vita við at ringja á 304500 til Evu M. Holm, deildarleiðara, lokal 6250.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er tann 13.08.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal vikomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.