Í Degi og viku í gjár bar stjórin á lønardeildini enn einaferð fram, at Fíggjarmálaráðið ikki ynskir at rætta skeivleikan í lønarlagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum samanborið við aðrar fakbólkar við sama útbúgvingarstøði og somu ábyrgd.
Skeivleikin í lønarlagnum gongur minst 50 ár aftur, og hann skal burtur, fyri at yrkið eisini framyvir skal vera áhugavert at starvast í. Vit hava í fleiri ár sæð, at sjúkrarøktarfrøðingar finna sær størv uttanlands ella velja starvið heilt frá, við tí avleiðing, at føroyska sjúkrarøktin manglar hendur.
Vit kunnu ikki sum yrkisfelag góðtaka hesa gongdina, og undrast á, at Fíggjarmálaráðið ongan áhuga hevur í at loysa hesa hóttan móti føroysku fólkaheilsuni.
Tìðin er komin, at skeivleikin verður rættaður. Vit eru greiðar yvir, at hetta ikki verður gjørt eftir einum degi, ella eftir einari lønarsamráðing.
Men Fíggjarmálaráðið má venja seg við, at skeivleikin skal minka í hvørjari samráðing, til hann er heilt burtur. Tí kunnu undanførslur, um at vit fingu meira enn hini seinast hvørki brúkast ella góðtakast.