Lesarabræv: Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar haldast fyri gjøldur

Størsta føroyska herðaklappið til sjúkrarøktarfrøðingar nakrantíð, fer til útlendskar sjúkrarøktarfrøðingar. Undirløn ger, at tað mangla sjúkrarøktarfrøðingar í føroyska heilsuverkinum. Nú egnir føroyska Sjúkrahúsverkið uttalands við fríum bústaði og trídupultari løn, bara tú ikki hevur bústað í Føroyum. Hetta er at halda sjúkrarøktarfrøðingar her á landi fyri tað turra spott. Seinastu árini hava sáttmálasamráðingarnar ímillum Felagið…

22. juni verður postaraframsýning á LS

Nýútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar sýna fram postarar í Forhøllini á Landssjúkrahúsinum 22. juni 2022, frá kl. 14.00 – 16.00 Evnini á postaranum eru frá bachelorritgerðunum hjá nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum.   Heiti á ritgerð: At vera ung við kroniskari tarmbrunasjúku Rithøvundar: Anna Sofía Hjalt Mohr, Maria D. í Garði Skála, Mina N. Sirdal Henriksen   Heiti á ritgerð: Faktorar…

Declaration of Support to Finland from the Nordic Nurses’ Federation

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum stuðlar finsku fakfeløgunum í teirra verkfalli. The Nordic Nurses’ Federation supports the Finnish health care professionals and their organizations, Tehy and SuPer, in the fight for a better salary and decent working conditions. The Nordic Nurses’ Federation (NNF) expresses its full support and solidarity to the Union of Health and…

Jóhanna Hansen ársins álitisfólk 2022

Um ársins álitisfólk verður sagt: Jóhanna hevur verið virkin sum álitisfólk gjøgnum nógv ár og hevur við sínum royndum mangan deilt út av sínari vitan til gagn fyri bæði felagið og hini álitisfólkini. Jóhanna kennir sáttmálan út og inn, og tað ber altíð til at heita á hana um ivamál stinga seg upp. Mangan hevur…

Mildrid Rasmusdóttir ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2022

Um ársins sjúkrarøktarfrøðing verður sagt, at Mildrid hevur: Ment sjúkrarøktarfrøðina á skaðaambulatoriunum til gagn fyri sjúklingar og starvsfólk Víst góð samstarvsevnir við at skipa tvørfakligt samstarv á skaðaambulatoriunum Er faklig inspiratión fyri sínar starvsfelagar við at hon: altíð heldur sína fakligu vitan dagførda altíð er klár at miðla hesa vitan til starvsfelagar og lesandi altíð…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

FPS aðalfundur verður 12. apríl

FPS aðalfundur – Eitt sindur betri… Ert tú ikki limur, so er at melda seg sum lim nú!   Aðalfundurin hjá FPS, Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, verður á Hotel Føroyum týsdagin 12. Apríl kl. 17.00 Skrá sambært viðtøkum felagsins. Nevndarval – trý umboð í nevndini standa fyri vali.   Grafisk Fasilitering – Brellbiti Tekna og skapa,…

Ársins álitisfólk 2022 skal veljast

Hevur tú hug at velja títt álitisfólk til ársins álitisfólk 2022? Á aðalfundi felagsins í 2016 var tosað um, at velja ársins álitisumboð. Felagið hevurt tikið hetta til sín, tí vit meta, at arbeiðið, sum álitisfólk gera, er av stórum týdningi – bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt arbeiði, ið kanska ikki altíð verður…

Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2022?

Felagið hevur avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2022. Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga. Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing. Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru: Virkin limur…

Almenn framløga um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipar fyri almennari framløgu um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøkið og sjúkrarøktarfakligar førleikar. Framløgan verður í Smæruni mánadagin 17. januar 2022 kl. 14, og verður stroymd her:   Skrá: Óluva í Gong, forkvinna, bjóðar vælkomin Framløga av tilmælinum, ið Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur og master í…

Felags yvirlýsing samtykt av Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Norðurlondum

Felags yvirlýsing, samtykt av Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Norðurlondum, í sambandi við Norðurlendskan Etikk ráðsfund í Kolding 27 – 28 september 202 Sjúkrarøktarfrøðingar vilja ikki skírast hetjur Heimsfevnandi útbreiðslan av Covid-19 smittuni hevur lært okkum nógv um, hvussu samfelagið virkar í kreppustøðu, og hvussu heilsuverkið virkar undir so álvarsligum trýsti, sum ein alheimsfarsótt gevur. Vit eru…

Einfaldari at fáa útgoldið pensión úr Danmark

Nú verður lættari hjá túsundtals føroyingum at fáa síni skattaviðurskifti í lag í sambandi við útgjald av pensjónum úr donskum pensjónskassum. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur seinasta árið fleiri ferðir heitt á danska skattamálaráðharran, Morten Bødskov, um at broyta skipanina fyri útgjaldi úr donskum pensjónskassum, soleiðis at hendan tekur atlit til, at føroyingar búsitandi í Føroyum…

Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar

Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt. Á tíðindafundi í Smæruni í dag varð kanning løgd fram av fyrimunum og kostnaðinum við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar. Kanningin vísti, at ein styttri arbeiðsvika hevur við sær…