Valið til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er byrjað og heldur fram til 15. mars.
Ynskir tú at hava ávirkan á hvør mannar nevnd felagsins og umboðar tína rødd, er tað nú tú hevur møguleikan.
Les um Anja Perdomo, Kára Debess Magnussen og Súsanna Funding við at trýsta á navn teirra.
Fyri at atkvøða er neyðugt at senda felagnum ein teldupost á info@sjukrarokt.fo við fylgjandi upplýsingum:
- Navn
- Limanummar (ella føðidato)
- Búðstað
- Telefonummar
- Ta teldupostadressu, ið tú ynskir at nýta í samskifti tínum við felagið.
Gott val!