Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði aðalfund leygardagin
Aðalfundurin kemur við soljóðandi yvirlýsing:
Tað lønar seg!
Tíðin er komin til, at landsins myndugleikar síggja virðið í at seta fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í starv. Hetta lønar seg bæði innan fyribyrging, í røktini og á leiðslustøði. Við at seta fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í starv vilt tú við fyribyrging og viðgerð bøta um fólkaheilsuna í Føroyum, samstundis sum fólk verða styttri sjúk.
At tað lønar seg, hevur granskarin Linda Aiken prógvað við síni gransking í fleiri enn 30 londum. Og hetta er galdandi bæði innan primæra og sekundæra geiran. Tá onnur við lægri førleika enn sjúkrarøktarfrøðingar útinna sjúkrarøkt, fellur yrkisførið og deyðatalið økist.
Aðalfundurin ynskir tí eisini at vísa á, at vit sum fakbólkur ikki kunnu góðtaka, at landsins myndugleikar ikki tryggja við lóg, at eldraøkið verður leitt av fakfólkum innan sjúkrarøkt.
Eldraøkið krevur stóran serkunnleika og fyri at tryggja sjúkrarøktina í eldraøkinum, er neyðugt at lóggeva fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar leiða sjúkrarøktina.
Okkara áheitan á bæði landspolitikarar og kommunalpolitikarar er tí at uppraðfesta heilsu- og umsorganarøkið við at seta fleiri sjúkrarøktarfrøðingar – tí tað lønar seg!
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar