Løgmaður nevndi í løgmansrøðuni nýggja meginbygningin, sum nú verður bygdur til landssjúkrahúsið.
– Eg undrist yvir, at løgmaður ikki nevndi við einum orði, at tað ikki verða fleiri seingjapláss. Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við, at nýggi meginbygningurin ikki fer at nøkta framtíðartørvin, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Løgmaður vísti á, at nýggi meginbygningurin er ein av størstu og týdningarmestu útbyggingunum í Føroya søgu, sum ætlandi skal verða liðug í 2020.
– Vit kunnu fáa ein dupultan trupulleika, tí samstundis, sum seingjaplássini verða tey somu, so er ætlanin at bjóða nýggjar viðgerðir og talið á eldri er vaksandi, sigur Óluva í Gong.
Løgmaður nevndi eisini, at uppskot um at dagføra verklagslógina verður lagt fram eftir ólavsøku.
– Vónandi fer viðkomandi myndugleiki at hyggja tekningarnar í gjøgnum einaferð afturat, sigur Óluva í Gong. Eg vóni, at atfinningarnar frá starvsfólki um manglandi pláss, fara at síggjast aftur í einum dagførdum uppskoti.