Sum kunnugt gekk sáttmálin út 1. oktober. Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið til fleiri samráðingarfundir við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tó uttan úrslit.
” Lønardeildin tykist ikki áhuga í, at fara í veruligar samráðingar. Tí sóu vit ongan annan møguleika enn at lýsa arbeiðssteðg.” sigur Óluva í Gong, forkvinna, í stuttari viðmerking.
Í fyrstu syftu umfatar arbeiðssteðgurin ikki allar sjúkrarrøktarfrøðingar í landinum. Fráboðanin umfatar arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánamorgni 30.oktober 2017 kl 8.00.