Á temadegi herfyri legði Maria Magnusen, cand. cur. fram úrslitini av nøgdsemiskanning, ið er gjørd millum sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum.
Kanningin snýr seg um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, heilsuna og røktargóðskuna hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Kanning er í fýra pørtum. Tríggir partar lýsa sambandi millum sálarliga arbeiðsumhvørvið og røktargóðsku, sálarliga arbeiðsumhvørvið og strongd og sálarliga arbeiðsumhvørvið og tunglyndi. Fjórði partur vísur einstøku úrslitini av teimum ymisku arbeiðsplássunum, har sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða.
Samanumtikið kann sigast, kanningin vísir, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er tað besta á øllum arbeiðsstøðum hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
– Eitt av endamálunum við at samanbera ymisk arbeiðsstøð var at peika á arbeiðsstøð, har ið pláss er fyri bata, skrivar Maria Magnussen.
Hon vísir á, at eitt arbeiðspláss, ið tykist at vera serliga kritiskt, eru tær medisinsku seingjadeildirnar.
– Her eru krøvini høg – bæði í mun til arbeiðsmongd og arbeiðsferð og kravið um at fjala kenslur. Nøgdsemi á hesum deildin er tað lægsta millum føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Í kanningini verður eisini sagt, at lága nøgdsemi eisini sæst aftur í heilsustøðuni, og tað er eisini á hesum deildunum, at strongdin er hægst.
Nøgdsemi | Røktargóðska | Sjúkrafrávera,dagar | |
Kirurgisk seingjadeild | 58,1 | 56,0 | 4,8 |
Medisinsk Seingjadeild | 51,4 | 58,7 | 7,4 |
Bl.med/kir seingjadeild | 64,5 | 61,6 | 2,0 |
Bráðdeildin | 59,8 | 65,8 | 3,9 |
Psykiatriska økið | 56,5 | 45,2 | 9,6 |
Aðrastaðni á sjúkrahúsi | 54,9 | 58,7 | 5,2 |
Sambýli, ellis- og røktarheim | 53,4 | 49,5 | 7,4 |
Heilsufrøði | 58,0 | 46,9 | 5,0 |
Heimasjúkrarøkt | 55,5 | 54,3 | 4,2 |
Privata økið | 64,8 | 59,1 | 4,9 |
Annað | 55,7 | 39,6 | 1,1 |
Fleiri arbeiðspláss | 65,0 | 52,0 | 3,7 |
Miðal | 57,0 | 54,3 | 6,0 |
Danmark | 69,3 |
Les alla kanningina her