Politisku flokkarnir hava brynjað seg til val. Stevnuskráir eru lagdar fram, og hugskotini um, hvussu man betrar tað føroyska samfelagið, eru nógv. Sum altíð, tá tað stundar til val, kann ein sita eftir við einari kenslu av, at borgarin í Føroyum fer at fáa gull og grønar skógir komandi valskeið.
Bæði áhugabólkar og fakfeløg hava valt sær hjartamál, sum tey ynskja, at okkara komandi løgting skal seta ovast á breddan fyri valskeiðið. Ynskini eru ymisk og sjálvsagt tengd at, hvørjum øki arbeitt verður innan fyri. Ovast á dagsskránni hjá flestu fakfeløgunum stendur at stytta arbeiðsvikuna, og vit í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskja eisini, at arbeiðssvikan verður stytt.
Orsøkirnar til at stytta arbeiðsvikuna eru fleiri. Okkara grannalond hava stytt arbeiðsvikuna fyri fleiri árum síðani. Tað hevur víst seg, at sama úrtøka kemur burturúr, og sjúkufráveran minkar. Eisini er tað ein fyrimunur fyri einstøku familjurnar.
Ein onnur orsøk til at stytta arbeiðsvikuna er, at í Føroyum hava vit Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi og avtalur í sáttmálum, sum eisini ásetir reglur til hvílitíð. Hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða trýskiftisvaktir, er ógjørligt at fáa kravdu hvílutíð, um ein arbeiðir fulla arbeiðsviku. Hetta ger, at størsti parturin av sjúkrarøktarfrøðingum arbeiða niðursetta tíð, sum fær fylgjur fyri núverandi inntøku og framtíðar eftirlønarinntøku.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er av tí sannføring, at tað ikki er ein sáttmálaspurningur at stytta arbeiðsvikuna, men ein landsuppgáva hjá Løgtinginum. Løgtingið eigur at áseta arbeiðsvikuna fyri allan arbeiðsmarknaðin, soleiðis at lógin um arbeiðsumhvørvið verður hildin fyri allar fakbólkar, eins og tað vil verða til gagn fyri allar borgarar.
Góðu limir. Tað er nú tit eiga at nærlesa stevnuskráirnar hjá teimum politiskum flokkunum. At einstøk valevni føra fram, at teirstuðla einari styttari arbeiðsviku, hevur sum so ongan týdning. Um ynski um eina styttri arbeiðsviku ikki stendur í stevnuskránnihjá einstaka flokkinum, er ikki sannlíkt, at hetta verður at finna í einum samgonguskjali, og verður sostatt ikki eitt øki, sum verður arbeitt við og gjøgnumført í komandi valskeiði.