17 fakfeløg – eisini Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar – hava gjøgnum partafelagið Fakfelag keypt ein part av LÍV, sum hevur tveir triðingar av samlaðu føroysku pensjónunum og pensjónstryggingunum.
– Vit valdu at veðra við, tí so fáa vit ávirkan á uppsparingina hjá okkara limum, sigur Óluva í Gong.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur vegna limirnar gjørt avtalu við LÍV um øll pensjónsviðurskifti. Uppsparingin, sum limirnir høvdu í Danmark er framvegis har. Talan er nú um nýggja uppsparing.
Løgtingið avgjørdi í síni tíð, at 50 prosent av partapenginum í P/F Føroya Lívstrygging skuldi latast Ognarfelagnum Lív og tryggingartakarunum, og at hin helvtin skuldi seljast privatum íleggjara. Nú hava so fakfeløgini – sum privatur íleggjari – keypt størra partin av teimum 50 prosentunum og skulu keypa restina næstu árini.
– Mett var, at tað ikki er uppgávan hjá landinum at reka tryggingarvirksemi, tí gleðist eg um at setningurin, sum Løgtingið í síni tíð gav landsstýrinum, er nú loksins framdur, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Íløgan, sum fakfeløgini hava gjørt í LÍV, er ein samhaldsføst íløga. Endamálið er at tryggja øllum tryggingartakarum størst møguligan vinning av teirra uppsparing og góðar tryggingar. Í partaeigarasáttmálanum er tryggjað, at fakfeløgini ikki skulu hava vinning av íløguni. Allur vinningur fer sostatt til tey, sum hava pensjónsuppsparingina hjá LÍV.