Til ber at hækka røktargóðskuna við at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Hetta er ein av niðurstøðunum í nøgdsemiskanningini, sum Maria Magnusen, cand. cur. hevur gjørt millum sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum.
Kanningin vísir á fleiri økjum, at samband er millum, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar meta røktargóðskuna og sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Sjúkrarøktarfrøðingar vóru spurdir: Hvussu metir tú, at góðskan av veittari sjúkrarøkt er á tínum arbeiðsplássi. Har vóru fimm svarmøguleikar: Framúrskarandi, sera góð, góð, minni góð og vánalig.
55,4% svaraðu góð, 30,3% svaraðu sera góð og 3,3% svaraðu framúrskarandi.
Maria Magnusen sigur, at tá bert 33,6% (30,3%+3,3%) svaraðu sera góð og framúrskarandi, so er pláss til at bøta um røktargóðskuna.
Framúr-skarandi | Sera góð | Góð | Minni góð | Vánalig | Veit ikki | |
Hvussu metir tú, at góðskan av veittari sjúkrarøkt er á tínum arbeiðsplássi? | 3,3% | 30,3% | 55,5% | 6,7% | 1,5 % | 3,8% |
Í kanningini verður víst á, at greitt samband er millum røktargóðskuna og fleiri viðurskifti, sum hava við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera.
Nøkur av teimum viðurskiftum eru nøgdsemi, meining í arbeiðinum, viðurkenning á arbeiðsplássinum og mótstríðandi krøv.
Tess lægri nøgdsemi er, tess verri er røktargóðskan. Sama samband er at síggja millum onnur viðurskifti, ið hava við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera og røktargóðskuna. Minni meining, ein kennur við arbeiðinum, verri er røktargóðskan, minni viðurkenning ein røktarfrøðingur fær, verri er røktargóðskan.
At kenna mótstríðandi krøv hevur stóra ávirkan á røktargóðskuna. Mótstríðandi krøv snúgva seg bæði um ymisk krøv frá ymiskum persónum – t.d. Sjúklinginum og leiðslu, men eisini um mótstriðandi krøv frá einum sjálvum. Her var millum annað spurt um sjúkrarøktarfrøðingurin av og á mátti gera okkurt í arbeiðinum, sum tóktist óneyðugt og um man av og á mátti gera okkurt, sum eftir røttum átti at verið gjørt øðrvísi. Greitt samband var, at sjúkrarøktarfrøðingar, sum kendi nógv mótstríðandi krøv eisini hildu røktargóðskuna vera vánaliga.
– Í einum heilsu- og almannaverki, ið strembar eftir at gera mest møguligt skjótast gjørligt og samstundis á best møguligan hátt, er tað av týdningini at minka tey mótstríðandi krøvini, sigur Maria Magnussen.
– Sjúkrarøktarfrøðingar áttu ikki at nýtt tíðina til ymiskt, ið átti at verið gjørt annaleiðis ella er beinleiðis óneyðugt, sigur Maria Magnussen.