Á aðalfundi felagsins varð Oddbjørg Johansen, leiðari á Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág kosin til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2020.
Grundgeving fyri innstillingini: Oddbjørg hevur áhaldandi ment seg fyri at kunna útinna sjúkrarøkt á høgum støði.
Hon hevur tikið stig til at útbúgva starvsfólk, bæði innan psykiatriska økið og í almenna rúminum.
At arbeiða saman við henni gevur íblástur til at veita eina enn betri sjúkrarøkt.
Hon varpar ljós á møguleikar og loysnir við dygdargóðari sjúkrarøkt.
Oddbjørg hevur á ein semjusøkjandi hátt víst á, at bestu úrslit verða rokkin, um arbeitt verður fleirfakligt og tvørtur um geirar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir Oddbjørg hjartaliga tillukku við heiðrinum