Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag havt aðalfund, har ið nærum 300 limir møttu.
Staðfestast kann, at sjúkrarøktarfrøðingar eru ómetaliga glaðir fyri teirra arbeiði, men tað eru ávís mál, sum skulu at betrast.
Aðalfundurin umrøddi m.a. arbeiðsumstøðurnar hjá limunum, sum als ikki eru nøktandi. Myndir í SVF vísa á, at arbeiðsumstøðurnar í dag eru tær somu, ið blivu vístar fyri árum síðan. Sum dømi uppá økta arbeiðsbyrðu er, at virksemi á Landssjúkrahúsinum er voksin við 20%, meðan talið á røktarstarvsfólkum er minkað. Seinastu tíðina hava vit sæð, at flestu arbeiðsskaðar henda innan røktarfakið. Aftur at tí kann sigast, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum, ið verða sjúkrameldaðir vegna strongd, økist. Politikkarnir tosa um serstaka pensiónsskipan fyri niðurslitin fólk.
Hetta kann ikki góðtakast. Arbeiðsumstøðurnar mugu og skulu betrast fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar eftir egnum ynski kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum og ikki fara frá ov tíðliga.
Lønarviðurskiftini vóru eisini umrødd. Semja var ímillum liminir, at lønin als ikki kann góðtakast. Aðrir fakbólkar við útbúgving á longd við okkara fáa fleiri tusind krónir meira enn vit um mánaðan. Tað er upp á tíðina, at politiska skipanin vísir virðing fyri okkara arbeiði. Ikki bert í orðum, men eisini í gerðum.
Lønin skal upp.
5. Mars 2016
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong