Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya fara mikudagin 28. oktober kl. 19 at skipa fyri pallborðsfundi á Hotel Føroyum. Fundurin verður skipaður við pallborði og hesum evnum:
· Rætturin at arbeiða fulla tíð
· Starvsfólkanormering
· Hvat vilja kommunurnar gera, fyri at tiltrekkja sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar og varðveita hesi í størvunum.
Orsaka av almennu tilmælunum, er einans pláss fyri 100 fólkum, og verður fundurin somuleiðis stroymdur.
Við pallborðið sita borgarstjórar, sum hava havt evstu ábyrgd av eldraøkinum síðstu 4 árini.
Fundurin byrjar við, at Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, bjóðar vælkomin.
Jónvør Christiansen, AKGS sjúkrarøktarfrøðingur hevur eitt fakligt upplegg um avbjóðingar og kompleksitetin, við at vera røktarstarvsfólk á eldraøkinum.
Hvør luttakari fær tveir minuttir, at siga nakað um hvørt evni. Orðstýrari verður til fundin.
Spurningar kunnu koma úr salinum ella umvegis eina sms skipan.
At enda tekur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, saman um og endar fundin.
Tilmelding er neyðug. Melda til fundin her