Fíggjarmálaráðið kærdi Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar fyri Fasta Geðarrætt, tí felagið noktaði limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni.
Niðurstøðan frá Fasta Gerðarrætti, ið kom seint leygarkvøldið er, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur brotið friðarskylduna, tí starvið er flokkað í sáttmálanum.
Sjálvsagt fylgir FFS avgerðini hjá Fasta Gerðarrætti, og tískil stendur øllum heilsufrøðingum frítt at økja starvið.
Felagið tekur fyri givið, FMR eisini fylgir niðurstøðuni hjá FG og áleggur Heilsutrygd at fylgja sáttmálaásetingunum í lýsingini eftir fakligum stjóra.