Sáttmálin millum Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið gekk út 1. oktober 2019.
Nógvir fundir hava verið hildnir fyri at fáa nýggjan sáttmála, men í dag mátti so staðfestast, at partarnir ikki koma á mál. Niðurstøðan er tí, at partarnir eru samdir um at boðsenda semingsstovninum.