Framløga av bachelorritgerðum verður 21. Juni 2017 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum frá kl.11– 13
Høvi verður at síggja postarar, har bachelorarnir lýsa tær verkætlanir, sum tey hava gjørt á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum í vár, og práta við tey um verkætlanirnar.
Bæði lesandi á ískoytisútbúgvingini og lesandi á útbúgvingini eru umboðað.
Verkætlanarevni eru:
Ískoytisútbúgvingin
1. Regluligt samband fyribyrgir sjálvmorði
2. Møti við eldri avvarðandi í sorg
3. Venøs beinsár – ein avbjóðing fyri sjúkrarøktarfrøðingar
4. Regluligt samband, fyribyrgir sjálvmorði
5. Sjúkrarøkt til doyggjandi børn
6. Hondreinføri á røktarheimum
7. Umsorgan til avvarðandi, sum eru um palliativan sjúkling
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing
1. Røkt til børn hjá foreldrum við sálarsjúku – sjúkrarøktarfrøðiligt sjónarhorn
2. Sjúkrarøkt til avvarðandi á intensivu deild
3. Sjúklingar við kroniskari pínu, í møtinum við sjúkrarøktarfrøðingar
4. Andalig umsorgan til palliativar sjúklingar
5. Seksualitetur sum samrøðuevnið í sjúkrarøktini – sjúkrarøktarfrøðiligt perspektiv
6. Týdningurin at møta sjúklingum við apopleksi í tí støðu, sum teir eru í
7. Aftaná prostatakrabba – herdur ella skerdur