Hvat vilja vit við sjúkrarøktarfrøðini í Føroyum?

Hvat vilja vit við heilsuverkinum í Føroyum? Hesa útsøgnina hoyra vit viðhvørt á tingsins røðarapalli. Neyvan finst nakað eintýðugt svar annað enn, at helst vilja vit øll hava bestu viðgerð og hjálp – tá tørvur er á hesum. Líkamikið hvar ella hvørji vit eru, so kunnu vit øll koma í ta støðu, at vit ella…