Í dag týsdagin og mikudagin er ráðstevna á Hotel Føroyum.
Tey luttakandi eru umboð fyri norðurlendsku fakfeløgini, granskarar og leiðslur innan bæði eldra- og sjúkrahúsøkið úr øllum Norðanlondum. Ráðstevnan snýr seg í høvuðsheitum um gransking innan sjúkrarøktina.
Óluva í Gong forkvinna sigur, at tað er av stórum týdningi at tað alsamt verður granskað innan sjúkrarøktina og enn meira týdningamikið er, at hendan gransking kemur út á sjúkrahús- og røktarheimsdeildirnar, har granskingin ger mun.
Fleiri av fyrilestrunum snúgva seg um júst hetta – at fáa sett í verk nýggjar mannagongdir, sum eru í tráð við nýggjastu granskingina. Tað er júst har granskingin ger mun og bæði kann betra um lívsgóðskuna hjá sjúklinginum, stytta innleggingartíðina og eisini bjarga menniskjalívum.
Óluva í Gong leggur tó afturat, at gransking og verksetingin í fyrstu syftu kosta pengar. Hetta snýr seg tískil um, at politikkararnir raðfesta økið. At byrja við er hetta nakað, sum kostar, men í longdini fer samfelagið fleirfaldað at spara hesa íløgu aftur, sigur Óluva í Gong at enda.