Í gjár møttu 24 hugagóðir sjúkrarøktarfrøðingar til skriviskeið í Sjóvinnuhúsinum, fyriskipað av Sjúkrarøktaretiska Ráðnum. Tað var Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur, sum hegnilsiga leiddi sjúkrarøktarfrøðingarnar í gjøgnum eina 3 tímars langa skriviprosess, við nógvum góðum hugskotum og ráðum annars. Marjun hevur sjálv royndir við at skriva fiktión við støði í sínum yrki sum sjúkrarøktarfrøðingur. Fyrst stuttsøga hennara “Kópakonan” er dømi um hetta, og til ber at hoyra hana her:
Tað var í samband við stuttsøgukapping teirra, at SER skipaði fyri hesum skeiði. Tað ber tó sjálvandi til at luttaka í kappingini, hóast ein ikki hevur verið við á skriviskeiði. Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur ella lesur sjúkrarøktarfrøði, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er um føroysk viðurskifti. Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 – 10 A4 síður. Ein síða svarar til 2400 tekn íroknað millumrúm. Søgan skal latast inn umvegis teldupost etikkur@sjukrarokt.fo
Freistin at lata inn er sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt.
Til ber at lesa meira um stuttsøgukappingina her:https://sjukrarokt.fo/stuttsogukapping-fyri-sjukraroktarfrodingar-og-lesandi/