Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávunar byggja á.
Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum” , har bacheloruppgávunar verða lýstar.
Í dag kl. 14.00 byrjaði framsýningin í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein áhugaverd framsýning, ið setur sjóneykuna á nýggjastu gransking innan sjúkrarøkt í Føroyum. Gransking, ið kann byggjast viðari á, og kann menna sjúkrarøktina í Føroyum til gagn fyri okkum øll.
Tað er altíð ein gleðisdagur at síggja og hoyra júst hvørji sjúkrarøktarfaklig evni verða viðgjørd og serliga gleðiligt at granskingin verður miðla til øll áhugaði, so øll kunnu fáa gleði av henni.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nýtti høvi til at ynskja nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og handaði teimum nál felagsins.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr í teirra framtíðar yrki.
Framsýningin hongur uppi til leygardagin.