Pensjónsnýskipanin, ið hevur verið ávegis í longri tíð, er nú samtykt við aðru viðgerð. Sum ætlanirnar í nýskipanini eru lagdar fram av avvarandi landsstýriskvinnum, er hetta eitt frambrot fyri føroyska fólkapensjónistin. Hetta er tó ein sannleiki, við stórum avmarkingum. Verandi pensjónsskipan er, av sonnum sett soleiðis saman, at hon lønar spekulatión og ger stóran mismum á føroyingum.
Trý sløg av pensjónsútgjaldum eru at velja ímillum, tá borgari ígjøgnum sítt virkna arbeiðslív sparir upp til pensjón. Hesi sløgini eru lívrenta, ratupensjón og kapitalpensjón. Lívrentan verður útgoldin til pensjónistin mánaðarliga, so leingi hesin er á lívi. Ratupensjónin verður goldin út mánaðarliga í 10 ár. Kapitalpensjónin verður útgoldin í einum, tá pensjónsaldur verður náddur. At spara upp til egna eftirløn, átti at betrað um tilveruna hjá pensjónistum.
Taka vit kapitalpensjónina, er støðan tann, at hendan uppsparing søguliga hevur givið uppspararanum stóran skattafyrimum. At spara upp við kapitalpensjón hevur tí havt stóran dám av spekulatión við sær. Samstundis hevur tað, frá samfelagsins síðu, verið illa dámt, at spart hevur verið upp uppá á hendan hátt, tí kapitalpensjónin í roynd og veru kann verða brúkt í somu løtu, sum hon verður útgoldin. Tá er einki eftir at liva fyri, sum pensjónistur.
Frá samfelagsins síðu, verður betri dámt, at borgarin sparir upp til pensjón, sum verður útgoldin, so leingi borgarin er pensjónistur. Hetta er ein av orsøkunum til, at pensjónsnýskipanin, sum júst er samtykt við aðru viðgerð, noyðir borgaran at spara upp soleiðis, at í minsta lagi 85% av framdari uppsparingini, verður goldin út sum varandi veiting.
Fleiri fakfeløg, millum annað Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hava sæð tað skilagóða í hesum fyri langari tíð síðani – langt áðrenn tosað varð um pensjónsnýskipan. Felagið valdi á sinni, at limir felagsins skuldu hava alla sína pensjónsuppsparing rindaða út sum eina lívrentu. Orsøkin var tann einfalda og skilagóða, at pensjónsútgjaldið, sum limirnir sjálvir hava spart upp, skuldi verða ískoyti til alla pensjónstilveruna, og ikki bert eitt eingangsútgjald at dusa sær við, tann dagin pensjónsaldurin verður náddur.
Nú pensjónsnýskipanin er samtykt við aðru viðgerð og tí eftir øllum at døma, verður samtykt við triðju viðgerð í sama líki, verða allir hesir skynsomu borgarar, ið hava spart upp við góðum treysti í eina lívrentu, veruliga fyri ógvusligum og ólukkuligum vanbýti.
Orsøkin er einføld. Egin uppspard pensjón hevur ávirkan á, í hvønn mun borgarin fær fólkapensjón. Fyri at geva teimum, sum við spekulatión fyri eygað og fyri at spara skatt, eitt herðaklapp, hevur hendan spekulativa pensjónin als onga ávirkan á fólkapensjónsutgjaldið hjá hesum borgarum. Kapitalpensjón verður ikki tald við í tað inntøkugrundarlag, sum ger, at tann, ið hevur spart nógv upp í egnari pensjón fær lægri fólkapensjón. Hesir kapitalpensjónsuppsparar verða í roynd og veru løntir fyri at hava lopið um garðin, har hann er lægstur.
Hinvegin verða tey, sum við sonnum samfelagssinni, hava spart upp við skilagóðu lívrentuni revsaði. Lívrentan verður fullkomuliga tikin við í tað upphædd, sum ger av, hvørt fólkapensjónin verður lækkað ella ikki. Við øðrum orðum førir skynsama uppsparingin í lívrentu við sær eina munandi lægri fólkapensjón til hesar borgarar, sammett við spekulativu borgararnar, ið hava spart upp í kapitalpensjón.
Samanumtikið tekur samgongan tí undir við hesum ógvusliga órætti og staðfestir við fullum meiriluta, at tað loysir seg ikki at hava samfelagssinni. Hetta er syrgiligt og ein hóttan móti framtíðar fólkaræðinum. Hetta má broytast. Samgongan má endurskoða mótrokningarháttin, soleiðis at tey, sum hava spart upp við lívrentu ikki verða revsaði á henda órímiliga hátt.