17 nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar

Í dag hava nýggjastu sjúkrarøktarfrøðingarnir framlagt sínar bachelorritgerðir í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Aftaná var hátíðarhald við røðum og handan av nálum frá bæði Sjúkrarøktarfrøðisdeildini og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið ynskir okkara nýggjastu sjúkrarøktarfrøðinum hjartaliga til lukku og blíðan byr á teirra komandi yrkisleið.