Hin 7 og 8 september í ár skipaði Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri árligu ráðstevnuni fyri norðurlendsk Sjúkrarøktaretisk Ráð, sum hesuferð var hildin í Tórshavn. Evnið fyri ráðstevnuna var ”Sprogets betydning for etikkens rum i sygeplejen”. Á ráðstevnuni var orðaskifti um maktina í málinum og ávirkanina, sum málið hevur, eisini á sjúkrarøktina. Ein makt, sum kemur til sjóndar í teimum orðum, vit sum sjúkrarøktarfrøðingar brúka og teimum vit ikki brúka. Málið kann bæði stuðla, lekja og byggja brýr, sum sambindur okkum við sjúklingarnar, arbeiðsfelagar og samfelagið. Á ráðstevnuni staðfestu vit enn einaferð, at tað eru somu etisku trupulleikar, sum gera seg galdandi í øllum teim norðurlendsku londunum, eisini tá tað kemur til etikk, mál og málbrúk. Felags framsøgnin er tí ein spegling av teimum etisku punktunum, sum norðurlendsku Sjúkrarøktaretisku Ráðini halda, vit eiga at geva serligum gætur, tá tað kemur til etikk og málbrúk í norðurlendskum heilsuverkum.
Framsøgn frá norðurlendsku sjúkrarøktaretisku ráðunum í samband við Norðurlendsku ráðstevnuna hin 6 og 7 septmeber 2023
Í møtinum millum sjúkrarøktarfrøðingin og sjúklingin, eru tveir serfrøðingar. Sjúklingurin er serfrøðingur í egnum lívi og lívsverð, meðan sjúkrarøktarfrøðingurin umboðar heilsuverkið, viðgerðarmøguleikarnar og sítt egna fak. Hitt talaða málið er ein týdningarmikil liður, til at byggja brýr í hesum spenningarøki.
Yvirhøvur hevur málið ein týðandi leiklut í sjúkrarøktini, og hevur stóra ávirkan á, hvussu vit fata og fremja etikk innan økið. Mátin, sum vit nýta málið uppá, vísir ikki bara hvussu vit samskifta, men eisini hvønn hugburð og hvørji virðir vit hava við okkum í møtinum við sjúklingar. Hvørt orð vit velja og hvør setningur, vit seta saman, hevur íbornan møguleika til at ávirka lívsstøðu og trivnað hjá sjúklinginum. Við orðunum kunnu vit fremja umvendan lummastuldur, við ótilvitað ella tilvitað at viðvirka til vónloysi og ørkymlan og áleggja sjúklinginum eina lívsstøðu, hann ikki hevur tørv á. Tilvitska um ójavnan í møtinum millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling hevur ein týðandi leiklut í at sleppa sær undan umvendum lummastuldri. Sjúklingurin kemur ikki til sjúkrarøktarfrøðingin av hugi, men av tørvi fyri sjúkrarøktarfrøðiligum fakkunnleika. Hann leggur sítt lív í okkara hendur og vísir okkum álit, ið krevur etiskt og faklig umhugsni millum sjúkrarøktarfrøðingar. Við umhugsni og refleksjón kunnu vit skerpa tilvitið um tað ótilvitaða og geva okkum far um tey virði, vit vilja, skulu eyðmerkja sjúkrarøktina.
Málið innan heilsuverkið leggur ofta áherðslu á úrslit, ið kunnu mátast. Tað máar støðið undan relationellu og etisku pørtunum av sjúkrarøktini. Tí mugu vit minnast til, at tað at skapa álit og menna sambond við sjúklingar, er eitt týdningarmikið arbeiði, hóast tað ikki altíð kann mátast ella vigast ella skapa skjót úrslit.
Tað er týdningarmikið at viðurkenna og fáa møguleika fyri at skjalfesta teir partarnar av sjúkrarøktini, sum ikki kunnu mátast beinleiðis og har úrslitið ikki sæst beinanvegin. Eitt dømi um hetta eru samtalur við sjúklingar um t.d einsemi. Líðing kann ikki kvantifiserast út frá einum búskaparligum hugsunarhátti. men krevur eina holistiksa tilgongd, sum bæði fevnir um likamligu og sálarligu heilsuna, ið sínámillum ávirka og ávirkast hvør av øðrum og umhvørvinum.
Etisku grundgevingarnar í heilsuverkinum, fyri at leggja dent á úrslit, ið kunnu mátast, er einamest grundað á nyttuetiska áskoðan, út frá eini búskaparligari fatan, har nytta verður máld í peningi. Men vit eiga eisini at knýta nyttu at øðrum virðum, so sum vælveru, trivnað og umsorgan. Tað er ein fortreyt, skulu vit fáa rættlag í javnvágina millum tað instrumentella og tað relationella í sjúkrarøktini, og í miðlingini av sjúkrarøktaretisku virðunum. Bert soleiðis kunnu vit tryggja, at allir sjúklingar fáa dygdarbestu røkt og umsorgan.
Tað hevur eisini týdning at viðurkenna, at etiska samrøðan sjáldan fær tað uppmerksemi, hon hevur uppiborðið ella tað rúmd, vit hava brúk fyri. Avgerðir um viðgerð, útgreining ella ikki-viðgerð kunnu vera torgreiddar, og tongdar at ymsikum grundgevingum og áhugamálum. Tí er týdningarmikið, at raðfesta etiska orðaskifti og refleksjónina, sum ein íbornan part av sjúkrarøktarvirkinum. Sjúkrarøktarfrøðingar mugu krevja, at fáa tíð og rúm til etisku refleksjónina, fyri at tryggja, at sjúklingar og sjúkrarøktarfrøðingar kunnu møtast sum javnverdir partar í røktargongdini og saman taka avgerðir, sum best ganga tørvi og tign hjá sjuklingunum á møti.