Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið í verkfalli í nærum tríggjar vikur, uttan at Fíggjarmálaráðið hevur flutt seg ein tumma. Tí kenna vit okkum enn einaferð noydd til at herða verkfallið.
Vit fóru í verkfall, tí at Fíggjarmálaráðið ynskir at varðveita søguliga skeivleikan í lønini hjá okkara limum. Hetta kunnu sjúkrarøktarfrøðingar sjálvandi ikki góðtaka.
Støðugt heldur fíggjarmálaráðið á við at draga lønarhækkingina í seinastu samráðingum uppí málið. Boðskapurin er, at lága lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum seinastu 50 árini ger, at okkara limir ikki sleppa at ynskja sær somu løn sum aðrir yrkisbólkar við somu útbúgvingarlongd.
Vit hava sum felag gjørt alt fyri, at verkfallið ikki skal gera støðuna á sjúkrahúsunum hættisliga við at veita øll neyðug undantøk. Hóast hetta vísir landsstýrið ongan vilja at fara undir veruligar samráðingar.
Tað er langt síðan vorðið greitt fyri okkum, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum als ikki er áhugaður í semju. Verkfallið er mest av øllum ein kærkomin sparing fyri landskassan. Samstundis vaksa bíðilistarnir og starvsfólkini, ið er eftir á deildunum, verða ovbyrjaði.
Vit heita tí enn einaferð á løgmann, um at spáka teir fáu metrarnar yvir á skrivstovuna hjá Jørgen, og biðja hann taka ábyrgd av ruðuleikanum, ið hann hevur skapt.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur tí avgjørt at lýsa víðkaðan arbeiðssteðg.
Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri sjúkrarøktarfrøðingar frá mánadegi 9. november 2020 kl. 08:00
Fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, ið arbeiða á:
Húð ambulatorium
Skurð ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Kardiologisk ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Reumatologisk ambulatorium
Neurologisk ambulatorium
Skopieindini
Fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið arbeiða á:
Svøvn ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Almen kirurgisk ambulatorium
Ortopædisk ambulatorium
Urologisk ambulatorium
Fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið arbeiða á:
Pínuklinikkini
Kardiologisku starvsstovuni