DSR (Dansk Sykepleje Råd) hevur allan februar mánaða sett fokus á mannligar sjúkrarøktarfrøðingar. Hvønn dag er ein mynd við eini frágreiðing løgd út við hashtagginum #mandkanblivesygeplejerske.
Ætlanin við hesum átaki er, at fáa fleiri menn at útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing. Í Danmark eru áleið 3,5 % av sjúkrarøktarfrøðingunum menn, sum er eitt tað lægsta í Europa. Til samanberingar eru 10 % av sjúkrarøktarfrøðingunum í Norra menn og er talið í eitt nú Italia 25 %.
Tilber at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá DSR her
Í 2014 starvaðust 4 mannligir sjúkrarøktarfrøðingar í Føroym og er hetta bert áleið 0,5 %. Í Vøku nr 1. frá 2014 er áhugaverd grein um hetta evnið. Blaðið at finna í Vøkusavninum á heimasíðuni.