Tað er vanligt at hoyra politikkarar í dag siga, at samfelagið skal lofta einumhvørjum. Í løtuni er hendan útsøgn ofta at hoyra í sambandi við, at tosað verður um pensjónsnýskipanina. Sagt verður, at samfelagið skal lofta teimum, sum ikki orka at arbeiða longur enn til 67 ára aldur. Sagt verður eisini, at samfelagið skal lofta teimum, sum ikki hava megnað at spart sær nokk saman í eftirløn til at hava ein virðiligan aldurdóm.
Hvat merkir at lofta?
Tað sær út til, at tað, sum áður var ein sjálvsagdur rættur – at fara úr arbeiði og fáa pensión – nú er broytt til, at samfelagið skal lofta mær, so eg ikki skal lýða neyð.
Eg havi hugsað nógv um orðið at lofta. Hvat merkir tað? Sprotin vísir á, at týdningurin av at lofta kann vera at hjálpa ella bjarga, og tað er allarhelst hendan týdningin, politikkarar sipa til, tá ið tosað verður um at lofta.
Spurningurin er so: Hví skal eg bjargast ella hjálpast fyri at kunna hava ein virðiligan aldurdóm? Er tað ikki longur ein rættur?
Kroppurin er niðurslitin
Fyrsta orsøkin er, at eg ikki megni at arbeiða longur enn núverandi pensiónsaldur, t.v.s. 67 ár. Hetta merkir jú, at tøkkin fyri, at eg havi slitið kroppin fyri at geva til samfelagið, er at samfelagið skal lofta mær. Bjarga mær úr neyðini. Undrist stórliga yvir, hvar mín rættur sum borgari í hesum samfelagnum bleiv av.
Vit sjúkrarøktarfrøðingar kenna sera væl hesa støðu. Bæði frá okkum sjálvum og frá teimum sjúklingum, vit eru um í okkara yrki. Kroppurin er niðurslitin. Gigtin situr í øllum liðunum. Pínan er øðilig, men man hongur í. Fyri framman stendur dagurin, tá ið tú verður 67 ár. Treisknið ger, at tú ætlar at hanga í til henda dag. Tú vilt ikki liggja samfelagnum til byrðu, og tann sjálvs krivaði rætturin til at fara av arbeiðsmarknaðinum nærkast. Er hetta ikki galdandi longur? Er tað nú alment galdandi, at vit sjálvandi arbeiða longri?
Onnur orsøkin til, at neyðugt verður at lofta mær, er at eg ikki havi megnað ella kunnað spart nokk til mína egnu eftirløn. Men veruleikin er tann, at eg havi ikki spart nóg mikið saman, tí lønin hjá mær hevur verið ov lág og tí er eftirlønaruppsparingin eisini ov lág. Kanska havi eg enntá verið heima hjá mínum smáu børnum í tíðarskeiðum, og hava hesi tíðarskeið eisini etið enn meira av míni eftirløn. Eg eri jú sjúkrarøktarfrøðingur og sostatt fái eg løn frá tí almenna, sum ikki hevur givið mær møguleikan at spara nóg mikið til mína eftirløn.
Øðrvísi er við eftirløn hjá okkara fólkavaldu
Tað verður neyvan neyðugt hjá samfelagnum at lofta politikkarunum, sum kunnu skoða út yvir almenna arbeiðsmarknaðin. Men okkurt bendir á, at politikkararnir ikki vilja kennast við hesa sjón og heldur raðfesta egna eftirløn, so teir sjálvir kunnu hava ein tryggan aldurdóm. Heldur ikki verður neyðugt at lofta fleiri øðrum starvsbólkum, við somu útbúgvingarlongd sum eg. Nei, tí her hevur tað almenna raðfest høga løn og ein høgan procentpart av lønini til eftirløn.
Hetta er sami almenni myndugleiki, sum eg starvist hjá, og sum ikki metir at eg havi uppiborið somu rættindi og møguleikar at forsyrgja mær sjálvari, tá eg verið gomul.
Tí skal eg venja meg við, at eg skal loftast, men tað vil eg ikki.
Hvør hevur broytt hugburðin mótvegis teimum eldru
Nær broyttist hugburðurin frá at virða tað, sum eldru borgarar hava gjørt fyri samfelagið við rættinum at fara av arbeiðsmarknaðinum við eftirløn, til at vit skulu lofta fólki, sum ikki megna sjálv. Fólk, sum ikki megna sjálv, tí politikkararnir ikki geva øllum starvsfólkum, ið arbeiða hjá tí almenna, sama møguleika.
Skal hetta skiljast soleiðis frá politiskari síðu, at teir virða okkum ikki í arbeiðslívinum, men teir kunnu lofta okkum, tá ið vit verða gomul.
Kravið frá politiskari síðu er, at vit skulu fíggja okkara ellisár. Mótkravið er, at politikkarnir mugu og skulu geva okkum møguleika at fíggja okkara egna aldurdóm við hægri løn fyri arbeiðið og harvið hægri eftirløn. Vit skulu ikki sleppa kravinum um, at øll hava rætt til ein virðiligan aldurdóm – bæði politikkarar, sjúkrarøktarfrøðingar og øll tey, sum vit eru um í okkara arbeiðslívi.
Óluva í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar