60 ár og eldri

Sjúkrarøktarfrøðingar 60 ár og eldri

Nevnd:

Anna Jóannesardóttir forkvinna
Jonna Hansen peningarøkil
Ingrid Holm skrivari
Helena Dahl Joensen varalimur

Stovnan og endamál
Áhugabólkurin fyri sjúkrarøktarfrøðingar 60 ár og eldri hevði stovnandi aðalfund tann 10. mars 2015.

Endamálið við bólkinum er at røkja serstøku sosialu og fakligu áhugamálini hjá hesum aldursbólki:

  • At fremja samanhald millum limirnar í áhugabólkinum.
  • At stuðla hvørjum øðrum og ráðgeva Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í málum viðvíkjandi eftirløntum sjúkrarøktarfrøðingum og málum, sum hava ávirkan ella kunnu hava ávirkan á eldri.
  • At skipa fyri fakligum og mentanarligum tiltøkum o.ø.

Skipan av bólkinum
Á stovnandi aðalfundinum tann 10. mars 2015 varð avgjørt at velja eina nevnd við 3 limum. Í nevndina vóru vald:

  • Anna jóannesardóttir, forkvinna
  • Brynhild Danielsen, skrivari
  • Anna Helena Danielsen, peningarøkil
  • Marin Samuelsen, tiltakslimur

Virksemið í 2015
Limagjaldið varð sett til kr. 100,- um árið, og komu fyrstu limagjøldini inn í oktober mánaði. Harafturat avgjørdi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at játta bólkinum ein stuðul uppá kr. 5000,-. Útferð varð gjørd til Oyndarfjarðar tann 26. august, har staðkend fólk greiddu frá ymiskum í bygdini, m.a. varð vitjað í kirkjuni. Við vóru 13 luttakarar. Harumframt var jólaborðhald seinast í november, har allir limirnar møttu

Nevndin hevur hildið fleiri fundir í 2015