Yrkisetisku leiðreglurnar

Yrkisetiskar leiðreglur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, samtyktar á aðalfundi 2026

Innleiðandi viðmerkingar til “Yrkisetiskar leiðreglur”

fyri sjúkrarøktarfrøðingar mars 2014, dagføring góðkend á aðalfundi 22 marts 2026

Yrkisetisku leiðreglurnar fyri sjúkrarøktarfrøðingar byggja á, nágreina og ítøkiliggera hvat verður hildið at vera etiskt ráðiligt, við støði í etisku leiðreglunum hjá ICN og grundleggjandi mannarættindunum, sum eru lýst í mannarættindasáttmálanum hjá ST.

Sjúkrarøktaretiska Ráðið endurskoðar yrkisetisku leiðreglurnar 5. hvørt ár fyri at meta um tørvin á møguligum dagføringum. Í hesi dagføring, goðkend á aðalfundi 21 marts 2026, eru evni sum vælferðartøkni, burðardygd, sosialir miðlar og etisk ábyrgd í einum lítlum samfelagi tikin við, fyri at lýsa tær avbjóðingar, sum sjúkrarøktarfrøðingar í vaksandi mun møta í einum fjøltáttaðum og broytiligum samfelagi, sum tí føroyska.

Serligar avbjóðingar í smáum samfeløgum

Sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum uppliva ofta  serligar yrkisetiskar avbjóðingar, sum eru knýttar at smásamfelagnum. Í einum lítlum samfelagi, har fólk ofta kenna hvørt annað persónliga, kunnu mørkini millum yrkisleiklut og privatlív gerast ógreið . Tær tøttu sosialu bindingarnar  elva ofta til etiskar tvístøður, sum kunnu gera tað trupult at taka óheftar avgerðir.

Grundarlag undir sjúkrarøktini

Grundarlagið undir allari sjúkrarøkt er virðingin fyri lívinum og tignini hjá hvørjum einstøkum menniskja. Grundleggjandi skyldan hjá sjúkrarøktarfrøðingum er at vísa umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til, hvør orsøkin til líðingina er. Sjúkrarøktarfrøðingurin má ásanna sjúklingsins viðbrekni og ansa eftir hansara/hennara integriteti og tign við støði í, hvussu hvør einstakur upplivir sína støðu.

Yrkisetisk ábyrgd

Yrkisetiska ábyrgdin hjá sjúkrarøktarfrøðingum fatar um menniskju í øllum tíðarskeiðum frá lívsins byrjan til enda. Tað fatar um hvønn einstakan og samfelagið, sjúklingar, avvarðandi, samstarvsfólk og sambandið við egnu yrkisgrein.

Hugtakið sjúklingur er brúkt sum felagsheiti fyri øll menniskju, sum fáa ella hava sjúkrarøkt í boðið. Grundleggjandi ábyrgdarøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum er at fyribyrgja og viðgera sjúku, at fremja heilsu, at endurmenna heilsu og at linna líðing.  At vera sjúklingur inniber harafturat lógartryggjað rættindi.

Yrkisetiska ábyrgdin hevur mørk saman við fakligu og løgfrøðiligu ábyrgdini. Ein handling kann vera fakliga ráðilig og løgfrøðiliga loyvd, uttan at verða góðtikin etiskt. Yrkisetisku leiðreglurnar skulu hvørki skilgreina, hvat er fakliga ráðilig sjúkrarøkt, ella týða lógaravgerðir, sum regulera yrkisútinnanina. Tær geva heldur ikki ítøkiligar loysnir til etiskar tvístøður, men skulu vísa á leiðina, tá ið tú skalt taka eina avgerð.

Nýtsla av leiðreglunum

Fyri at leiðreglurnar skulu gerast eitt virki amboð, mugu tær gerast livandi við dagligari nýtslu. Leiðreglurnar skulu spegla samfelagsbroytingarnar og nýggju trupulleikastøðurnar, sum sjúkrarøktarfrøðingar møta.

Tú kanst viðvirka til at hækka støðið í yrkisetikkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum og menna førleikan til etiska refleksjón við m.a. at nýta frymilin: “Etisk reflektión í sjúkrarøkt”. Etiskar reflektiónir eru umráðandi í einum samfelagi, sum støðugt verður meira fjøltáttað, og har etiskt umhugsni ofta verður raðfest ov lágt.

Leiðreglurnar skulu virka fyri at:
– fremja etiskt orðaskifti og umhugsni hjá sjúkrarøktarfrøðingum
– stuðla sjúkrarøktarfrøðingum í teimum støðum, tá ið etisk val vera tikin
– fremja góða skynið við tí í hyggju at menna fakliga kvalitetin í sjúkrarøktini
– seta fokus á etiskar tvístøður, so at etisk val verða sjónlig

Sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar eru ikki raðfestar, men talmerktar av praktiskum ávum

Sjúkrarøktarfrøðingurin og sjúklingurin

Sjúkrarøktarfrøðingurin varðar um integritetin hjá hvørjum einstøkum sjúklingi, herundir rættin til heildarumsorgan, rættin til ávirkan og rættin til at verða virdur.

Sjúkrarøktarfrøðingurin:

  1. vísir umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til orsøk til líðingina.
  2. linnar líðing og er við til at tryggja ein virðiligan deyða.
  3. stuðlar undir at miðleys, lívsleingjandi viðgerð verður endað ella ikki byrjar.
  4. virðir sjúklingsins sjálvsavgerðarrætt og virðir hansara rætt til at velja hann frá.
  5. ger sítt til, at sjúklingurin varðveitir sín integritet og verjir sjúklingin ímóti eyðmýkjandi handlingum. Óneyðug nýtsla av tvingsli, afturhaldi og avmarking av rættindum verður ikki útint.
  6. tryggjar sjúklingsins rætt til verju av upplýsingum givnar í trúnaði.
  7. heldur sær frá sambondum, sum kunnu elva til misnýtslu av sjúklinginum.

Sjúkrarøktarfrøðingurin og tey avvarðandi

Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur virðing og umsorgan fyri teimum avvarðandi.

Sjúkrarøktarfrøðingurin:

  1. tekur hond um og kunnar um rættindini hjá avvarðandi.
  2. samstarvar við avvarðandi og viðgerð upplýsingar teirra í trúnaði.
  3. Um ósamsvar er millum áhugamál sjúklingsins og tey avvarðandi, verður fyrilitið fyri sjúklinginum tikið framum.
  4. Tá ið børn eru avvarðandi, hevur sjúkrarøktarfrøðingurin serliga ábyrgd av at tryggja teirra tryggleika og trivnað, og at veita kunning og stuðul, sum er hóskandi eftir aldri, førleikum og støðu.

Sjúkrarøktarfrøðingurin og yrkisgreinin

Sjúkrarøktarfrøðingurin ásannar og viðurkennir sær fakligu og persónligu ábyrgdina av egnari atferð og metingum í útinnanini av sjúkrarøkt og setir seg inn í lógarverkið, ið skipar tænastuna.

Sjúkrarøktarfrøðingurin:

  1. hevur persónliga ábyrgd av, at egin praksis er fakliga, løgfrøðiliga og etiskt dygdargóð.
  2. ásannar mørk fyri egnari kompetansu og handlar innan hesi mørk.
  3. er tilvitaður um persónliga styrki og veikleikar og leitar sær vitan, hjálp og stuðul í truplum støðum.
  4. verjir sjúklingin móti handlingum ella viðgerðarætlanum, sum eru fakliga og etiskt óráðiligar. Hetta er galdandi í mun til egna atferð, eins og í mun til samstarvsfólk, aðrar einstaklingar ella myndugleikar, sum handla í stríð við sjúklingsins besta.
  5. dagførir seg um gransking og menning og skjalprógvaða siðvenju á sínum arbeiðsøki
  6. Vísir etiska ábyrgd í allari nýtslu av tøkni og upplýsingaskipanum, herundir trygd í elektroniskum journalum og teleheilsu
  7. Vísir talgilt skynsemi í samskifti, tryggjar trúnað á sosialum miðlum og varðveitir persónligar upplýsingar.
  8. Vísir fyrilit, umhugsni og etiskt skynsemi tá hann metir um fyrimunir og vansar í samband við vælferðartøkni.
  9. gevur sítt íkast til virðistilvitsku, fakliga  menning og gransking og tryggjar, at nýggj vitan verður ment og nýtt í yrkinum.
  10. tekur ikki lut í marknaðarførslu ella øðrum handilsvirksemi, sum kann ávirka álitið hjá sjúklinginum og samfelagnum á sjúkrarøktina.
  11. kann einans brúka navn og heiti, sum hann við útbúgving, løggilding og starvi hevur rætt til, og sum gevur eina rætta mynd av førleikum og virkisøki.

Sjúkrarøktarfrøðingurin og arbeiðsfelagar

Sjúkrarøktarfrøðingurin vísir virðing fyri starvsfeløgum og arbeiðinum hjá øðrum og stuðlar í  truplum fakligum og persónligum støðum. Hetta forðar ikki fyri at taka brot á faklig, etisk ella grundsjónarmið hjá samstarvsfeløgum til viðgerðar.

Sjúkrarøktarfrøðingurin:

  1. loyvir ikki  mismuni móti starvsfeløgum.
  2. tekur stig til og fremur eitt fakligt og tvørfakligt samstarv tvørtur um yrkis- og førleikamørk.
  3. hevur fakliga og etiska vegleiðaraábyrgd mótvegis heilsustarvsfólki, sum taka lut í røktar- og umsorganarstørvum.
  4. kennir og viðurkennir sær sín leiklut og sína kompetensu í fakligum og tvørfakligum toymum og gevur sítt fakliga íkast til at loysa felags uppgávur.
  5. Um áhugamálsstríð koma fyri innanhýsis í fakbólkinum ella millum ymiskar fakbólkar í sambandi við at loysa eina uppgávu, verður fyrst hugsað um heilsuna og lívið hjá sjúklinginum.

Sjúkrarøktarfrøðingurin og arbeiðsplássið

Sjúkrarøktarfrøðingurin ger seg kunnugan við virðini, hugsjónirnar, málini og virkið á arbeiðsplássinum og skal vera trúgvur mótvegis hesum, í tann mun hesi samsvara við virðisgrundarlagið í sjúkrarøktini.

Sjúkrarøktarfrøðingurin:

  1. ger seg kunnugan við egnar skyldur og rættindi, tá ið hann byrjar á einum arbeiðsplássi, og dagførir sína vitan um broytingar innan mál og lógir.
  2. viðvirkar til at fremja klár og fakliga fullgóð mál fyri arbeiðsplássið.
  3. mótmælir, tá ið sjúklingar fáa skilaleysa ella óvirðiliga viðferð. Trúfesti mótvegis arbeiðsgevara forðar ikki hesum.
  4. er við í kjaki og tiltøkum, sum kunnu betra umstøður á arbeiðsplássinum.
  5. fyrireikar seg til og virkar ábyrgdarfult undir serligum umstøðum so sum kreppum, farsóttum ella undir trýsti, og virkar fyri at verja sjúklingin og fakligu dygdina – eisini tá tilfeingi er avmarkað

Sjúkrarøktarfrøðingurin og samfelagið

Sjúkrarøktarfrøðingurin gevur síni yrkis- og etisku ábyrgd gætur mótvegis sjúklingum, arbeiðsstaði og samfelagi bæði í tjóðar- og heimshøpi.

Sjúkrarøktarfrøðingurin:

  1. arbeiðir fyri einum rættvísum tilfeingisbýti og –umsiting innan heilsutænastuna bæði í tjóðar- og heimshøpi, við atliti til sosialar, búskaparligar og umhvørvisligar avleiðingar
  2. arbeiðir fyri einum burðardyggum tilfeingisgrundarlagi, sum gevur møguleika fyri at varðveita eina etiskt fullgóða sjúkrarøkt, sum er lagað til støðuna hjá einstaka sjúklinginum – eisini í eini langtíðar og tvørmentanaraligari heildarmynd
  3. er við til at tryggja at fakligar og etiskar reglur verða grundarlagið undir sosial- og heilsupolitiskum avgerðum, og at burðardygg og rættvís sjúkrarøkt verður ein týðandi samfelagslig raðfesting.
  4. dagførir sína vitan um sosiala- og heilsupolitisku menningina og viðvirkar til raðfestingar, sum røkja áhugamálini hjá teimum, sum hava størstan tørv á sjúkrarøkt, bæði lokalt og í altjóða høpi
  5. verjir umdømi hjá fakinum og skal, um hon stígur fram alment, gera greitt, um tosað verður vegna seg sjálvan, yrkisbólkin ella onnur.
  6. virkar við virðing og varsemi, tá ið hann í smásamfelagnum Føroyar hevur fleiri leiklutir í mun til einstaklingar og felagsskapin.
  7. skilur og virðir altjóða ábyrgd sína sum sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir fyri javnari tilgongd til røkt, heilsu og menniskjarættindi – í samsvari við heimsmálini hjá ST fyri burðadygga menning