Í mars mánað 2019 verður val til nevndina í Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingar. Til nevndina, sum telur 5 limir, skulu veljast tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir.
Nevndarlimir eru valdir fyri 4 ár og tiltakslimir eru valdir fyri 2 ár.
Sambært viðtøkum felagsins eru allir virknir limir valbærir.
Uppstillingin skal verða skrivlig, og verða latin skrivstovu felagsins í seinasta lagi 1. februar kl 16.00. Upplýsið navn, búðstað og arbeiðspláss. Ynskiligt er, at uppstillari skrivar eina valgrein og viðleggur mynd til Vøku fyri at greiða limunum frá, hví teir skulu velja júst teg.
Uppstillingarskjal er at finna her
Valið verður elektroniskt, og fer fram fyrst í mars mánað.