Í dag er altjóða sjúkrarøktarfrøðidagur. Hesin dagurin 12. Mai er føðingardagur Florence Nightingale. Florence Nightingale legði lunnar undir sjúkrarøktina fyri nær um 200 árum síðani.
Á altjóða sjúkrarøktarfrøðidegnum, høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir aðalfund. Luttøkan var metstór. Omanfyri 300 sjúkrarøktarfrøðingar luttóku á fundinum.
Tað, sum yvirskipað stóð eftir frá fundinum var arbeiðstíð og arbeiðsumhvørvi.
Temafrágreiðingin frá Búskaparráðnum vísir á vaksandi tørvin á starvsfólki innan øll vælferðarøkini komandi árini. Vit kunnu staðfesta, at trupulleikin er longu her. Okkurt má gerast her og nú! Vit skulu útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, vit skulu hava styttri arbeiðsviku, og vit skulu miðvíst arbeiða fyri at betra um arbeiðsumhvørvið. Hetta er alneyðugt fyri at fáa fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til, og fyri at fáa sjúkrarøktarfrøðingar at støðast í sjúkrarøktaryrkinum.
Politiska útmeldingin um, at tøknin fer at bjarga okkara borgarum í Føroym, meta vit vera ikki sørt óseriøsað. Hetta kann sjálvandi verða ein hjálp og lætti í dagliga arbeiðinum, men hetta kemur ongantíð at koma ístaðin fyri fakligu hendurnar í røktini.
Økta trýstið og trotið á sjúkrarøktarfrøðingum tyngir einstaka sjúkrarøktarfrøðingin í dagliga yrkinum. Økt krøv og tyngjandi arbeiðsbyrðan ger tað trupult at veita eina sjúkrarøkt, sum er fakliga forsvarlig. Um hetta heldur áfram, kunnu vit vænta, at enn fleiri sjúkrarøktarfrøðingar rýma burtur frá yrkinum. Við okkara kunnleika til støðuna longu í dag, ger tað okkum sannførdan um, at spádómurin frá Búskaparráðnum er enn meira ræðandi, enn boðað verður frá. Her má okkurt gerast nú!