Aðalfundurin 2022 verður á Hotel Føroyum leygardagin 12. mars 2022 kl. 14.00
Dagsskrá
1. Val av fundarstjóra
2. Val av atkvøðuteljarum
3. Góðkenning av dagsskrá
4. Góðkenning av starvsskipan
5. Frágreiðing formansins
6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Val av tveimum grannskoðarum
9. Ymiskt
Fundurin byrjar kl 14.00 stundisliga. Heitt verður á limirnar at koma í góðari tíð til innskriving, sum byrjar kl 13.00.
Eftir aðalfundin áleið kl 18.30 verður døgurði við trimum rættum og víni ad libitum. Til ber eisini at sita longri og njóta samveruna við aðrar sjúkrarøktarfrøðingar. Vit skipa soleiðis fyri, at til ber at keypa sær okkurt leskiligt at drekka.
Tilmelding
Tilmelding er neyðug til aðalfundin og meldast skal til her á heimasíðuni í seinasta lagi týsdagin 7. mars 2022, kl 15.00. Atgongumerkið til døgurðan verður útflýggjað við innskrivingina til aðalfundin.
Tilmeldingin til aðalfundin 2022 er endað.