Heimatænastan í Vágum skal hava nýggjan deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum. Afturfyri bjóða vit eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

Um starvið
Vit leita eftir deildarleiðara til 3. hædd í Sýnuni.
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum, eitt nú við at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænastur; og við at leiða starvsfólkini í tvørfakligum arbeiðsgongdum, ið síggjast aftur í allari tænastuni.
Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.
Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, skapa meining fyri starvsfólkunum og megna at fremja sjónliga leiðslu.
Deildarleiðslan skal tryggja, at virksemið í Heimatænastuni fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.
 
 
Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur eru krav.
 
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting eru ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
 
Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarin vísir til leiðaran av Heimatænastuni í Vágum.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
 
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast til ber.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til: 
Heimatænastan í Vágum
Kálvalíðvegur 2
FO-370 Miðvágur
ella til teldupostadressuna: htv@htv.fo  
 
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í Vágum í hendi í seinasta lagi hin 17. Apríl 2020 kl. 12.00.  
 
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Heimatænastuna í Vágum, starvið og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvs- og persónsprofilin á heimasíðunum www.vagar.fo og www.sorvagur.fo
 
 
Tað ber eisini til at ringja til Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, leiðara fyri HTV á telefon nr. 793201ella skriva á teldupostadressu jongerd@htv.fo