– Vit í heilsuverkinum hava mest sum dansað regndans. Vit vita at okkurt er galið og so vóna vit at okkurt hendir.
Tað segði Suni Poulsen, sálarfrøðingur, tá nøgdsemiskanningin var løgd fram.
– Kanningin váttar rákið, sum heilsuverk eru í øðrum framkomnum londum og kanningin er eitt amboð til, hvat man skal seta hvat í verk.
Hann vísti til útlendskar kanningar, sum vísa, at sjúkrarøkdtarfrøðingar ætla sær úr fakinum, og at læknar ætla ikki at arbeiða meiri.
Hetta vísir, hvørjari støðu heilsuverkið er.
Suni Poulsen helst, at gamla skiparamentanin á privatum arbeiðsplássum nú er um at hvørva, men heldur er flutt yvir á tey almennu arbeiðsplássini.
– Í dag er vent á høvdið. Almenna arbeiðsøkið er strangari enn tað privata. Almenni arbeiðsgevarin er tann rái og harði, segði Suni Poulsen.
– Tann góði leiðarin innan tað almenna er eitt undantak, tí tað almenna hevur ikki siðvenju at hjúkla um leiðslutalent, og tað almenna kann heldur ikki rættuliga gera nakað við ringar leiðarar, segði Suni Poulsen.
Nøgdsemiskanning vísir, at broytingar eiga at vera gjørdar inn sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
– Men ongar broytingar koma av sær sjálvum og nógvar stovnsbroytingar miseydnast.
– Vit skulu sjálvi gera broytingarnar – eitt nú fakfeløg og arbeiðseftirlitið, segði Suni Poulsen