Oddbjørg ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2020

Á aðalfundi felagsins varð Oddbjørg Johansen, leiðari á Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág kosin til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2020. Grundgeving fyri innstillingini: Oddbjørg hevur áhaldandi ment seg fyri at kunna útinna sjúkrarøkt á høgum støði. Hon hevur tikið stig til at útbúgva starvsfólk, bæði innan psykiatriska økið og í almenna rúminum. At arbeiða saman við henni…

Noomi ársins álitisfólk 2020

Á aðalfundi felagsins 13. juni varð Noomi Holm, álitisfólk á skurðgognini á Suðuroyar Sjúkrahúsi kosin sum ársins álitisfólk. Grundgeving fyri innstillingini var: Noomi er ágrýtin og nærløgd. Í leikluti sum álitisfólk setir hon seg væl inn í viðkomandi viðurskifti og leitar sær holla ráðgeving og vegleiðing um neyðugt. Hon smæðist ikki burtur, tá tað snýr…