Sjúkrarøktaretiska ráðið

Sjúkrarøktaretiska Ráðið (SER) var sett á stovn í 1993 og er eitt ráð undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Forkvinna: Jana Mortensen

Næstforkvinna: Lilian Dam

Skrivari: Eva Mortensen Holm

Kassameistari: Ingun Gaardbo

Ráðslimur: Katrine Klein Arnbjerg

Sjúkrarøktaretiska Ráðið møtist einaferð um mánaðin tó undantikið í juli og í desember. Í ráðnum eru í mesta lagið 7 limir, men í løtuni eru tað fimm. Ráðið skipar seg sjálvt við forfólki, næstforfólki, skrivara og ráðslimum. Setan er 4 ár, og val er annaðhvørt ár.

Endamálið

Sjúkrarøktaretiska Ráðið hevur til endamáls:

  • At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
  • At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og /ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið
Sum limur í FFS, kann tú seta teg í samband við Sjúkrarøktaretiska ráðið:
  • Tá ið tú stendur í eini etiskt truplari støðu, har tú hevur tørv á ráð og vegleiðing.
  • Tá ið tú upplivir støður, ið tú meinar eru í stríð við etisku leiðreglurnar
  • Tá ið tú vilt, at Sjúkrarøktaretiska Ráðið skal viðgera eina etiskt trupla støðu ella tvístøðu, sum viðkemur sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum ella góðskuni í heilsutænastuni.
  • Um tú hevur rís, rós, hugskot ella góð ráð til virksemi felagsins
Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo
Sosialir miðlar hjá SER