Um tú er sjúkrarøktarfrøðingur ella lesur sjúkrarøktarfrøði og hevur ein lítlan rithøvund í tær, skriva so eina stuttsøgu.
Tað er lítið til av skrivligum tilfari um arbeiðisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum og tí skipar Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri eini stuttsøgukapping. Endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað. Við hesum átaki vóna vit, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi verða eggjað til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.
Ein virðisløn á 5000,- kr verður latin fyri bestu søguna. Onnur virðislønin er á 3000,- kr og triðja virðislønin er á 1500,- kr. Allar tríggjar søgurnar verða prentaðar í Vøku og við loyvi frá rithøvundunum, møguliga í aðrar miðlar eisini.
Í dómsnevndini sita Arnbjørn Dalsgarð, rithøvundur og fakligur skrivari í Etiska Ráðnum, Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur, og Sonja Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingur og námslektari á DHS.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur ella lesur sjúkrarøktarfrøði, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er um føroysk viðurskifti. Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 – 10 A4 síður. Ein síða svarar til 2400 tekn íroknað millumrúm. Søgan skal latast inn umvegis teldupost etikkur@sjukrarokt.fo
Freistin at lata inn er sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt.
Hósdagin hin 1 september kl 15.30 til 18.30 verður skipað fyri skriviskeiði í samband við stuttsøgukappingina. Tað verður Marjun Syderbø Kjelnæs sum fer at hava verkstovuna. Til ber at kunna seg nærri um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1682591375453978?
Legg til merkis, at skriviskeiðið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.