Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar
Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið
boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og
varaleiðarar/toymisleiðarar frá fríggjadegi 13. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri
standandi deildum:
Klaksvíkar Sjúkrahús:
• Almen kirurgisk ambulatorie
• Ortopædisk ambulatorie
• Urologisk ambulatorie
• Svøvn ambulatorie
Suðuroyar Sjúkrahús:
• Kardiologisk starvsstova
• Pínuklinikk
• Ambulant virksemi á skurðgongini
vegna
Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna