Um ársins álitisfólk verður sagt:
Jóhanna hevur verið virkin sum álitisfólk gjøgnum nógv ár og hevur við sínum royndum mangan deilt út av sínari vitan til gagn fyri bæði felagið og hini álitisfólkini.
Jóhanna kennir sáttmálan út og inn, og tað ber altíð til at heita á hana um ivamál stinga seg upp.
Mangan hevur hon staðið í truplum støðum í sínum arbeiði, og altíð hevur hon tikið ábyrgd langt út um tað, ið starvið krevur.
Jóhanna hevur átikið sær truplar uppgávur sum álitisfólk og loyst tær til gagn fyri limir og felag.
Jóhanna er álitisumboð á Heimatænastuni á Sandi.