Árið 2020 er ár sjúkrarøktarfrøðinga. Tað, sum skuldi vera eitt ár við hátíðarhaldi og fagnaði, gjørdist ístaðin árið, har korona setti dagsskránna. Hátíðarhaldini vórðu flutt á netið ella avlýst.
Korona hevur tó sett sjúkrarøktarfrøðingarnar í miðdepilin á annan hátt. Okkara limir hava saman við øðrum heilsustarvsfólki staðið á odda í tilbúgvingini og hava ikki sett spurnartekin við at taka ábyrgd. Á tann hátt er 2020 árið hjá øllum heilsuverkinum.
Men tíanverri uppliva vit ikki, at tann ábyrgd, ið vit hava tikið, verður virðismett av Fíggjarmálaráðnum. Okkara limir eru framhaldandi lægri løntir enn aðrir líknandi fakbólkar, og Fíggjarmálaráðið hevur í samráðingunum hildið fast um, at hesin munur skal varðveitast. Hesum kunnu vit ikki liva við.
Vit hava nú verið í sáttmálaloysi síðani 1. oktober 2019. Viljin til at finna eina loysn hevur verið stórur frá okkara síðu, og vit hava veruliga tikið atlit til alheims heilsustøðuna. Men Fíggjarmálaráðið tykist ikki at ynskja eina semju, og roynir enntá at grugga málið, við at draga lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í lønarkarmin hesuferð.
Eftir at hava sitið til samráðingar síðani 4. desember 2019 og saman við Semingsstovninum í 4 vikur, mugu vit bara staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál.
Vit kenna okkum tí noydd at lýsa verkfall. Verkfallið byrjar mánamorgunin 19. oktober 2020 kl. 7.00.
Verkfallið verður lýst fyri:
· Sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum
· Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum
· Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
· Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Undantikið deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar