Eitt sjúkrahúsverk í heimsklassa. Eitt sjúkrahúsverk, ið lovar viðgerðartrygd. Tað er púra vist, at vit ynskja okkum nógv, men tað sær ikki út til, at politiska skipanin vil gjalda.
Skerjingar í sjúkrahúsverkinum er sjálvsagt ein politisk avgerð, men eitt er heilt vist, tey, sum taka hesa avgerð, mugu eisini taka ábyrgd av fylgjunum. Sum eina sjálvsagda avleiðing, má politiski myndugleikin eisini taka eina avgerð um, hvørjar viðgerðir mugu skerjast. Hvat bjóðar okkara sjúkrahúsverk føroyska borgaranum, og hvørjar viðgerðir taka vit burtur? Gongur sum vant, so er tað leiðslan í sjúkrahúsverkinum, ið fær uppgávuna at raðfesta og tað verður eisini har ábyrgdin verður løgd, tá ið sjúkrahúsverkið ikki bjóðar ta tænastu, ið borgarin væntar.
Í einum sjúkrahúsverki, sum í nógv størstan mun viðger bráðfeingisstøður, meðan planlagdar viðgerðir mugu bíða, er tað beinleiðis ignorant at fyristilla sær, at skerjingar ikki fáa álvarsamar fylgjur.
Formaðurin í fíggjarnevndini Erhard Joensen úttalaði í gjár, at hann ikki visti, hvat fekst fyri allan tann peningin, ið varð búktur til sjúkrahúsverkið og tað vil hann hava svar uppá. Samstundis segði hann, at hann ikki hevði tosað við landsstýrismannin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen um fíggjarlógaruppskotið. Kanska tað hevði verið eitt gott hugskot hjá honum nemliga at tosa við landsstýrismannin í heilsumálum. Eg eri vís í, at landsstýrismaðurin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen kundi greitt formanninum í fíggjarnevndini Erhard Joensen frá, hvat fekst fyri peningin til sjúkrahúsverkið. Eitt er heilt sikkurt, formaðurin í fíggjarnevndini Erhard Joensen skal vera hjartaliga vælkomin til at ringja til mín, um honum tørvar vitan um, hvat virksemi fyrigongur í sjúkrahúsverkinum, og hvørja tænastu sjúkrarøktarfrøðingarnir veita.
Formaðurin í fíggjarnevndini Erhard Joensen segði í tíðindunum í gjár, at skerjingin var ein “lítil provokatión”. Undrist stórliga yvir at formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at hetta er rætta tíðin at spæla við sjúkrahúsverkið. Í løtuni tørvar sjúkrahúsverkinum hvørt einasta starvsfólk og einasta orsøkin til at sjúkrahúsverkið virkar í løtuni er vælvild frá starvsfólkunum, sum seta alt annað til viks fyri at sjúkrahúsverkið ikki skal brenna saman.
Eg vildi hildið, at formaðurin í fíggjarnevnini Erhard Joensen skuldi lagt ætlaðu sparingina omaná verandi játtan og deilt peningin út til starvsfólkini i sjúkrahúsverkinum, sum eina tøkk fyri tað megnar arbeiði, starvsfólkini hava gjørt síðan mars 2020 ístaðin fyri at koma við hóttanum um møguligar uppsøgnir.
Sjúkrarøktarfrøðingar hava altíð havt tann óvanan at renna skjótari, fyri at veita sjúklingunum eina fakliga trygga og góða røkt. Broytingar, í arbeiðsgongdum og skipan av nýggjum og víðkaðum tænastum, er gerandisdagur hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Endamálið at geva meira fyri minni er gerandisdagur hjá sjúkrarøktarfrøðingum, men tann tíðin har sjúkrarøktarfrøðingar í stillum átaka sær fleiri uppgávur og størri arbeiðsbyrðu er farin.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar góðtekur ikki eitt skert sjúkrahúsverk. Tað verða ikki limirnir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið renna skjótari fyri at bjarga skerda sjúkrahúsverkinum.