Stýrið fyri samstarvið hjá norðurlensku fakfeløgini hjá sjúkrarøktarfrøðingum hittust til fund í dag í Havn.
Samstarvið nevnist SSN – Sygepleje Samarbejde i Norden. Fundir eru tvær ferðir um árið, og skift verðir millum londini at hýsa fundunum.
Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tað er ógvuliga umráðandi at deila vitan og royndir við okkara grannalond. Á hendan hátt kunnu vit bæði læra av og vegleiða hvønn annan. Á fundunum verða lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondunum umrødd.
Í framhaldi av stýrisfundinum verður norðurlensk ráðstevna á Hotel Føroyum um gransking innan sjúkrarøktina komandi tveir dagarnar.