Tá hugsað verður um Korona og tilmælini í hesum sambandi, var tað møguliga eitt sindur djarvt at seta aðalfundin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum á skráð longu 20. mars 2021.
Avgerðin um at halda aðalfundin var tikin út frá sjónarhorninum um, at allir virknir limir í felagnum hava fingið boðið vaccinu móti COVID-19 og næstan allir hava tikið ímóti tilboðnum. Sostatt átti einki at verið til hindurs fyri at halda aðalfundin.
Aðalfundurin hjá felagnum er vanliga væl vitjaður og vit eru altíð yvir 200 fólk. Í ár hevur áhugin verið serliga stórur og tí verða vit fleiri í ár enn vanligt.
Fyri at tryggja okkum at vit ikki ganga ímóti tilmælinum um atburð í samband við Koronasmittu, hevur felagið spurt seg fyri hjá farsóttarnevndini. Boðini eru tíanverri at vit mugu fylgja øllum almennum tilmælinum sjávt um størsti parturin av limum felagsins longu eru vaccineraðar.
Nevnd felagsins metir ikki at vit kunnu loyva okkum at halda aðalfundin undir treytum, har vit mugu seta hámarkstal á hvussu nógvir limir kunnu luttaka, og tí hevur nevndin avgjørt at útseta aðalfundin fyribils.
—