Í samband við stuttsøgukappingina hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum, fer Marjun Syderbø Kjelnæs at halda skeið í skriving í Sjóvinnuhúsinum hin 1 september kl 15.30 til 18.30. Hendan dagin fært tú íblástur til, hvussu tú kemur í gongd við eina frásøgn, hvussu tú røkkur inn í kjarnan av tí, sum tú fegin vil siga frá, og hvussu tú best røkkur tínum lesarum. Gott er at hugsa um onkra støðu, sum tú hevur staðið í, og onkrar persónar, sum tú kundi hugsað tær at lýst. Skeiðið er eitt bland av fyrilestri og smáum skrivivenjingum.
Skeiðið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin hin 26. august. Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo og melda til
Sí annars meira um stuttsøgukappingina her: https://www.facebook.com/events/3339275486319529