Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild við akuttari móttøku.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til:
farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum frá 1. okt. 2018 til 28. feb. 2019.
farloyvisstarv á arbeiðsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum frá 1. nov. 2018 til 31. mars 2019.
Um møguligt kann annar starvsbrøkur avtalast.
Vit vænta at umsøkjarar:
hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða sjálvstøðugt
kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
hava telduførleika – vit nýta Cosmic
Vit kunnu bjóða:
ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
eitt starv við mennandi avbjóðingum
innleiðslu og upplæring
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita:
um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.
Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 5. sept. 2018