340.000 sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum stuðla føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í sínum stríði fyri góðar arbeiðsumstøður, og fyri løn, ið svarar til útbúgvingarstøði, førleikar og ábyrgd.
NNF, norðurlendska samstarvið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, umboðandi norska, danska, svenska, íslendska og finska felagið, stuðlar sínum starvsfeløgum í Føroyum.
Sjúkrarøktarfrøðingar, og teirra serfrøði, eru lívsneyðug fyri at samfeløg kunnu veita góða og rættvísa heilsutænastu til sínar borgarar. Hetta er hótt av alsamt økjandi manglinum av sjúkrarøktarfrøðingum, bæði í Norðurlondum og globalt.
Góðar arbeiðsumstøður og løn eru grundleggjandi amboð fyri at varðveita og útvega hesa lívsneyðugu serfrøði.
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava samráðst í nógvar mánaðir uttan at finna semju um eina løn, ið svarar til útbúgvingarstøði, førleikar og ábyrgd.
Norðurlendska samstarvið fyri sjúkrarøktarfrøðingar stuðlar hesum stríði, og eggjar føroyska landsstýrinum til at taka neyðugu stigini fyri at tryggja at sjúkrarøktarfrøðingar sleppa aftur til arbeiðis at veita hágóðsku heilsutænastur.