Í september verður í tveir dagar skipað fyri ráðstevnu um, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar kunnu gerast virknari partur í almenna rúminum.
Ráðstevnan tekur eisini onnur evni upp. Eitt nú lógarverkið, sum sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða undir við serligum atliti á fráboðanarskyldu, tagnarskyldu og loyalitet.
Etiska ráðið hjá felagnum leggur fram etisku leiðreglurnar fyri arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og tekur eisini fram fráboðanarskyldu og tagnarskyldu.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fer at greiða frá ætlanunum hjá landsstýrinum um at seta eina whistle-blower-skipan í verk. Hvussu fer tað at ávirka fakøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Seinna dagin verða tríggir fyrilestrar um, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar kunnu gerast sjónligari í almenna rúminum.
Annemi Lund Joensen frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum heldur fyrra fyrilesturin.
Jette Bach, sum er fakredaktørur, heldur fyrilesturin ”Ud med sproget – om ytringsfrihed og ytrindsfrækhed”. Jette Bach fekk í 2001 hugskotið til ein framsøgufrælsisprís – ”Kirsten Stallknecht Prisen”
Triðji fyrilesturin er við Lisbeth Wium Andersen, sum eitt nú undirvísir á Social- og sunhedsskolen í Herning. Hennara fyrilestur eitur ”Ytringsfrihed eller ytringspligt”.
Ráðstevnan endar við pallborðskjaki.
Ráðstevnan verður hósdag 22. september og fríggjadag 23. september. Nærri kunning um tilmelding kemur á heimasíðuna seinni. Tilmeldingarfreistin verður 14. september.
Skráin kann lesast her.