Í Degi og Viku í gjár ljóðaði, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, umhugsaði politiska uppílegging í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Tosað varð um, at løgtingið skuldi steðga verkfallinum.
Hetta er eitt sera ógvisligt inntriv í samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, trupult at rættvísgera og eisini fullkomiliga óneyðugt.
Tí við eini telefonsamrøðu við Fíggjarmálaráðið kann landsstýrismaðurin loysa støðuna.
Fíggjarmálaráðið stendur fast við kravið um at varðveita skeivleikan í lønarlagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, og hetta krav kann politiski myndugleikin fáa Fíggjarmálaráðið at sleppa. Á tann hátt kann glið aftur koma á samráðingarnar.