Føroya rættur heldur tað ikki vera neyðugt at endurtaka niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni
Løgingsins Umboðsmaður staðfesti i fjør, at tveir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkraørktarfrøðingar høvdu ikki fingið sakligar grundgevingar, tá tær fingu noktandi svar upp á umsókn um leiðarastarv í Økistænastuni fyri Sandoyar Sýslu
Løgtingsins Umboðsmaður heitti tá á stýrið fyri økistænastuna um at viðgera málið av nýggjum.
Tá stýrið einki gjørdi, heitti umboðsmaðurin á Heilsu- og Innlendismálaráðið sum kommunalan eftirlitsmyndugleika um at taka støðu til málið.
Heilsu- og Innlendismálaráðið meinti seg ikki hava heimild sum kommunalan eftirlitsmyndugleika til at áleggja stýrinum at lata máli ganga umaftur.
Felagið gjørdi tí av at stevna stýrinum fyri økistænastua við kravið um at stýrið skuldi viðurkenna niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni um ósakligar grundgevingar.
Føroya rættur hevur nú gjørt av, at hann fer ikki at viðgera málið, tí ein endurtøka av niðurstøðu umboðsmansins ger ongan mun fyri rættarstøðuna hjá teimum báðum limunum.
Rætturin vísir á, at Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørd málið nøktandi út í æsir, og at niðurstøða umboðsmansins má vera avgerandi fyri, hvussu farast skal fram í slíkum málum í framtíðini.
Sostatt verður stýrið fyri Økistænastuna ikki ábyrgda fyri at hava brotið fyrisitingarlógina.
Felagið fegnast tó um, at Føroya Rættur greitt staðfestir niðurstøðuna hjá umboðsmanninum og metir ikki at tað er neyugt at taka málið upp aftur.