Í dag er hjartastartaradagur á Torginum í SMS. Endamálið við tiltakinum er at læra so mong sum gjørligt um týdningin at handla skjótt, um ein er saman við einum, sum fær hjartastøðg. Hvørt ár fáa áleið 30 føroyingar hjartastøðg uttan fyri sjúkrahúsini, og bert 10 % yvirliva. Tiltakið í SMS hevur til endamáls, at fáa so mong sum gjørligt at royna at geva hjartamassagu og royna hjartastartarin, soleiðis at hetta ikki kennist so fremmant, um ein ein verulig støða uppstendur, har fólk fáa hjartastøðg.
Ein rúgva av fólki hevur longu i morgun nýtt møguleikan at fáa frálæru og royna hjartamasagu og hjartastartaran. Tað eru sjúkrarøktarfrøðingarnar úr fakliga áhugabólkinum, Fá3, sum standa fyri og geva frálæruna.
Til ber at lurta her eftir Góðan Morgun Føroyar í KvF, har Jónleyg Fossabrúgv greiðir frá: